Year of grant: 2024 Research Area: Arbeiðsmarknaðarkanningar Project type: Kanningarverkætlan Project title: Javnvág millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum Grant number: 4024 Project manager: Ingibjørg Berg Institution/company: Akademikarafelag Føroya, AKF Other participants: Regin Berg og Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya Project period: 01.08.2024-30.04.2025 Total budget: 578.384 DKK Grant from the FRC in DKK: 298.384 DKK Project description: Hvør er veruliga arbeiðstíðin hjá akademikarum í Føroyum, og hvusssu uppliva tey tíðartrýst og javnvág millum arbeiði og frítíð? Kanningar uttanlands staðfesta, at akademikarar arbeiða væl meira enn sáttmálin ásetir, og at hetta ávirkar trivnað og lívsgóðsku neiliga. Vit vænta ikki, at støðan er betri í Føroyum, her hvør einstakur situr við fjøltáttaðari ábyrgd, og fá ella eingin er at deila arbeiðsbyrðuna við. Familja og sosial sambond hava ein stóran leiklut, og kynsleiklutirnir eru siðbundnir. Tí kann hugsast, at serliga kvinnuligir akademikarar uppliva tíðartrýst. Hetta hevur týdning at vita, nú størri partur av arbeiðsmegini verður akademiserað, og Føroyar sum mikrotjóð skal megna uppgávurnar sum partur av einum globaliseraðum heimi. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |