Year of grant:
2024

Research Area:
Arbeiðsmarknaðarkanningar

Project type:
Kanningarverkætlan

Project title:
Kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki

Grant number:
4023

Project manager:
Súsanna Olafsdóttir Skaale

Institution/company:
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Other participants:
Annika Helgadóttir Davidsen, Fróðskaparsetur Føroya

Project period:
01.10.2024-28.02.2028

Total budget:
190.961 DKK

Grant from the FRC in DKK:
145.391 DKK

Project description:
Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór. Gransking vísir, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið. Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á hesum øki kring allan heim, og eisini í Føroyum, tí talið á føroyingum, ið hava tørv á professionellari umsorgan, er vaksandi. Endamálið við hesi kanning er at gera samrøður við umsorganarstarvsfólk fyri at fáa vitan um, hvussu kensluligu krøvini kunnu ávirka tey. Úrslitini kunnu fáa týdning fyri umsorganarstarvsfólk og fyri dygdina í tí arbeiði, ið tey gera umframt skapa vitan um, hvussu til ber at fyribyrgja umsorganarmøði og varðveita umsorganarstarvsfólk á økinum. Kanningin kann sostatt vera arbeiðsmarknaðinum til gagns frameftir.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese