Year of grant: 2024 Research Area: Heilsuvísindi Project type: Ph.d.-verkætlan Project title: Hvussu fólk í Føroyum, sum hava kognitivar avbjóðingar sum fylgja av parkinson sjúku, navigera í dagligdegnum Grant number: 0368 Project manager: Jana Mortensen Institution/company: Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum Other participants: Ása Róin, Maria Skaalum Petersen Project period: 01.10.2024-01.10.2028 Total budget: 4.556.439 DKK Grant from the FRC in DKK: 445.000 DKK Project description: Við kvalitativum interviewum og tematiskari greining hevur PhD verkætlanin til endamáls, at kanna gerandisdagin hjá fólki í Føroyum, ið hava kognitivar avbjóðingar sum fylgju av Parkinsonsjúku. Harumframt, hvussu sosio-mentanarlig og skipanarlig viðurskifti ávirka teirra lívskvalitet og atgongd til ymiskar tænastur, herundir heilsutænastur. At enda verða føroysku úrlsitini samanborin við úrslit frá eini líknandi verkætlan, framd í Sønderborg kommunu í Danmark, við serligum atliti at ávirkanina, sum sum sosio-mentanarlig og skipanarlig viðurskifti hava á lívskvalitetin hjá fólki við kognitivum avbjóðingum, sum fylgju av Parkinsonsjúku. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |