Year of grant: 2024 Research Area: Heilsuvísindi Project type: Verkætlan Project title: Landsfevnandi kanning av heilivágsnýtslu í Føroyum Grant number: 0365 Project manager: Harriet Hammer Institution/company: Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum Other participants: Maria Skaalum Petersen, Niels Joensen, Anton Pottegård Project period: 01.08.2024-31.07.2025 Total budget: 771.864 DKK Grant from the FRC in DKK: 390.000 DKK Project description: Almenn hagtøl um heilivágsnýtslu í Føroyum eru sparsom, og søguliga er týdningarmikil vitan um heilivágsnýtslu ikki vorðin nýtt í nóg stóran mun til at betra um nýtsluna. Kanningar av heilivágsnýtsluni í grannalondunum hava verið avgerandi í mun til at tryggja skynsama nýtslu av heilivági, og úrslitini frá hesari kanning verða tískil við til at veita tíðandi nýggja vitan. Úrslitini kunnu lýsa og eyðmerkja átaksøkir innanfyri heilivágsnýtslu, har tørvur er á at vísa serlig atlit og ansni, og úrslitini kunnu stuðla myndugleikum í støðutakan, tá átøk til at fremja skynsama heilivágnýtslu skulu viðgerast og setast í verk í føroyska samfelagnum og heilsugeiranum. Eisini kunnu úrslitini verða grundarsteinur undir gjøllari kanningum av møguligari óhóskandi heilivágsnýtslu millum føroyingar. Project status: Fer í gongd << Back |
Administration Faroese |