Year of grant:
2024

Research Area:
Samfelagsvísindi

Project type:
Ph.d.-verkætlan

Project title:
Náttúra og veðurlagskreppa úr barnaeygum - Ein vistgreinandi og frásagnarfrøðilig viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi

Grant number:
0244

Project manager:
Helena Lamhauge-Mortensen

Institution/company:
Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum

Other participants:
Bergur Djurhuus Hansen, Lilian Munk Rösing

Project period:
01.08.2024-31.07.2027

Total budget:
2.584.338 DKK

Grant from the FRC in DKK:
1.600.000 DKK

Project description:
Hendan ph.d.-verkætlan kannar, hvussu barnasjónarhornið í nýggjum føroyskum skaldskapi tekur seg fram sum eitt rák, ið boðar frá broytingum í okkara hugsanum um náttúru, umhvørvi og veðurlag. Kanningin tekur fram óviðgjørdar spurningar í føroyskari bókmentagransking og byggir á eina vistgreinandi og frásagnarfrøðiliga tekstgreining. Í greiningini verður eygleitt og viðgjørt, á hvønn hátt barnið í ymsum prosaverkum vísir á nýggjar hugmyndir um tíð og stað í eini tíð við veðurlagskreppu. Verkætlanin er eitt bókmentafrøðiligt íkast til hugvísindaliga gransking, sum kannar tær samfelags- og mentanarbroytingar, ið standast av veðurlagskreppuni í okkara tíð.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese