Year of grant: 2023 Research Area: Náttúruvísindi & tøkni Project type: Verkætlan Project title: Kortleggjan av økjum við ódligum rák-aldu samspæli kring Føroyar Grant number: 0475 Project manager: Knud Simonsen Institution/company: Nátturuvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum Other participants: Bárður Joensen, Bárður Niclasen, Jari í Hjøllum Project period: 01.06.2023 - 31.05.2025 Total budget: 2.643.777 DKK Grant from the FRC in DKK: 855.000 DKK Project description: Samanspælið millum streym og aldu kann elva til sjóstøður, sum kunnu verða avbjóðandi fyri virksemi á sjónum, men eru eisini av týðningin fyri at skilja hvussu sjógvurin er og serliga tær blandings tilgongdirnar, sum áseta havumhvørvið, ið vøksturin í sjónum er tengdur at. Føroyar liggja í økinum, har hægstu aldur yvirhøvur eru mátaðar við vísindatólum, og í økinum er hart rák serliga av sjóvarfalllinum inni á grunnum og av stóru havstreymunum, sum ferðast framvið okkum. Hetta umhvørvið er í stóran mun grundarlagi undir búskapinum hjá landinum. Hóast hetta, so eru økini, har serlig aldu og streym viðurskifti kunnu gera hættislig fyri virksemi á sjónum, bert í lítlan mun skjalfest, og vit kenna lítið til tilgongdirnar, sum elva til hesar umstøðurnar. Her verður skotið upp at víðka verandi virksemi við ein rákmyndli, sum byggir á FVCOM-myndilin fyri føroyska sjóøkið, til eisini at fevna um ein aldumyndil, og brúka hetta amboðið til at kortleggja økir, sum kunnu gerast serliga hættislig undir givnum veðurumstøðum bæði millum oyggjarnar og úti við Landgrunnakantinum, og at kanna leiklutin, sum alda hevur í blandingina av hita og saltinnihaldinum í økinum. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |