Year of grant: 2023 Research Area: Náttúruvísindi & tøkni Project type: Verkætlan Project title: RASPOX – Heilgenom sekventering av laksakoppavirus Grant number: 0471 Project manager: Debes Hammershaimb Christiansen Institution/company: Heilsufrøðiliga Starvsstovan Other participants: Petra Elisabeth Petersen, Maria Marjunardóttir Dahl, Snorre Gulla, Kristrún Helga Kristþórsdóttir, Ingibjørg Egholm, Lisbeth Lindenskov Joensen Project period: 01.08.2023 - 31.12.2024 Total budget: 1.815.000 DKK Grant from the FRC in DKK: 630.000 DKK Project description: Aling av atlantiskum laksi er ein heimsumfevnandi matvørukelda, og ein av týdningarmiklastu ídnaðunum í Føroyum. Intensiv aling verður sett í samband við smittuvanda hjá bæði ali- og villlaksi, tí hesin stórídnaðurin skapar sera góðar umstøður hjá patogenum at mennast og spjaðast. Sjúkueftirlit er tískil alneyðugt fyri at betra um fiskavælferð og burðardygga framleiðslu av føroyskum alilaksi. Laksatáknukoppavirus (salmon gill pox virus, SGPV) sæst við jøvnum millumbilum á føroyskum smoltstøðum, har tað er orsøk til álvarsama sjúku, sum kann elva til stórt felli. Av tí at bert eitt sekventerað heilgenom av SGPV er til taks, vanta vit nágreiniliga vitan um ílegur og eyðkenni hjá hesum virusinum. Hendan vitanin er neyðug, um vit ynskja at svara grundleggjandi spurningum um sjúkuútbreiðslu av SGPV, so sum: Er SGPV í umferð í smoltstøðum sum hússtammur ella verða nýggjar stammur regluliga førdar inn á smoltstøðirnar úr umhvørvinum? Er orsøkin til misjøvnu fellini vegna SGPV ein menning av sjúkuelvan ella einans ein avleiðing av samspælinum millum arvafrøðini hjá 3 fiskinum og/ella einum umhvørvi, ið stressar fiskin? Kann SGPV smitta frá foreldur til avkom? Fyri at svara hesum spurningum, miða vit ímóti at menna eina skjóta og kostnaðareffektiva mannagongd til at heilgenom sekventera SGPV. Ein slík mannagongd kann nýtast í alivinnuni til at spora smittu, ið er í gongd, og tískil stuðla alarunum í at avmarka SGPV smittu og útbrot á smoltstøðunum. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |