Year of grant:
2023

Research Area:
Heilsuvísindi

Project type:
Verkætlan

Project title:
Ávirkan av viðgerð við statinum á tillagingar til kropsliga venjing hjá sjúklingum í statin-viðgerð

Grant number:
0360

Project manager:
Tórur Sjúrðarson

Institution/company:
Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum

Other participants:
Magni Mohr, Nicolai Baastrup Nordsborg, Steen Larsen, Sanna á Borg, Jan Rasmussen

Project period:
01.10.2023-01.01.2025

Total budget:
1.432.672 DKK

Grant from the FRC in DKK:
875.000 DKK

Project description:
Ein nýggj føroysk kanning hevur víst, at prevalensurin av ættar-hyperkolesterolemi, ein genetisk sjúka, ið elvur til sera høgt LDL kolesterol í blóðinum, er munandi hægri í Føroyum samanborið við heimsfevnandi prevalensin. Sjúklingar við ættar-hyperkolesterolemi fáa ofta viðgerð við statinum, sum minka um LDL kolesterol í blóðinum og harvið um vandan fyri hjarta-æðra-tilburðum. Venjing kann eisini minka um LDL kolersterol í blóðinum, og kann tískil hugsast at vera ein effektiv eykaviðgerð hjá sjúklingum við ættar-hyperkolesterolemi.

Gransking hevur tó víst, at viðgerð við statinum niðursetur heilsugóðu tillagingarnar til kropsliga venjing. Í hesari verkætlan fara vit at kanna eina rúgvu av venjingarviðkvæmum heilsu-markørum hjá sjúklingum við ættar-hyperkolesterolemi, sum verða tilvildarliga býttir í antin 1) venjing við statin viðgerð, 2) venjing við placebo ella 3) vanlig viðgerð við statinum eina (kontrollbólkur).

Sostatt fer verkætlanin at hava fleiri týdningarmiklar úrtøkur. Verkætlanin fer at áseta í hvønn mun sjúklingar við ættar-hyperkolesterolemi fáa heilsugóðar tillagingar til kropsliga venjing. Hon fer eisini at áseta í hvønn mun statin-viðgerð ávirkar heilsugóðu tillagingarnar til kropsliga venjing, og í hvønn mun kyn hevur týdning fyri hesa ávirkanina. Hon fer til seinast at áseta týðulig tilmæli fyri ella ímóti periodisering av statin viðgerð í kombinatión við kropsliga venjing. Hesi úrslitini kunnu væntandi vera við til at skapa munadygga persónlagaða venjing hjá sjúklingum við ættar-hyperkolesterolemi.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese