Year of grant:
2022

Research Area:
Náttúra og tilfeingi

Project type:
Verkætlan

Project title:
Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði

Grant number:
0469

Project manager:
Sunnvør í Kongsstovu

Institution/company:
Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya

Other participants:
Svein-Ole Mikalsen, Petur Steingrund, Dorte Bekkevold, Mark Blaxter, Torhild Johansen

Project period:
Planned: 01.09.2022 - 30.08.2025
Actual: 01.05.2023 - 31.12.2025

Total budget:
kr. 6.056.144

Grant from the FRC in DKK:
kr. 1.030.072

Project description:
Fleiri tjóðir í Norðuratlantshavi eru bundnar at havinum og fiskiskapi, hetta er eisini galdandi fyri Føroyar. Nógv fiskasløg og stovnar eru undir høgum veiðitrýsti, og um hetta heldur á í langa tíð, verður stovnurin ovfiskaður og klárar ikki at koma fyri seg aftur. Tað eru fleiri dømi um fiskastovnar, ið eru ovfiskaðir, bæði í Atlantshavinum og restini av verðini. Hetta kann koma fyri, tí lítil ella ongin vitan er um stovnsbygnað hjá tí einstaka fiskaslagi, og tí verður ein stovnur ovfiskaður. Tí er vitan um stovnsbygnað umráðandi, tá burðardyggur fiskiskapur skal skipast. Nebbasild (Ammodytes marinus) og gulllaksur (Argentina silus) eru fiskasløg, ið vera fiskað í Føroyum, har lítil vitan er um stovnsbygnað. Teir ymisku stovnarnar eru eisini ein partur av arvafrøðiliga margfeldinum hjá einum fiskaslagi. Arvafrøðiligt margfeldi er umráðandi, so djórasløg kunna mennast í samsvari við umhvørvinum. Serliga í hesum tíðum, tá umhvørvisbroytingar eru umfatandi og skjótar. Endamálið við hesi verkætlan er fyrst og fremst at kortleggja arvastreingirnar hjá hesum báðum fiskasløgunum. Síðani fara vit at kanna stovnsbygnaðin hjá hesum fiskasløgum í Norðuratlantshavinum. Hendan vitan er umráðandi at hava við í stovnsumsiting, soleiðis at hesi fiskasløg kunnu vera fiskað burðardygt. Eitt triðja endamál er at kanna samanspæl ímillum ílegurnar, lívfrøðina og vistfrøðina hjá hesum báðum fiskasløgum. Hendan verkætlan er fyrsti liður í at kortleggja arvastreingir frá føroyskari vistfrøði.

Project status:
Virkin

Project output:
See PURE



<< Back
Administration     Faroese