Year of grant:
2022

Research Area:
Heilsa

Project type:
Verkætlan

Project title:
Kropslig venjing og kostbroytingar sum viðgerð av typu 2 diabetes

Grant number:
0358

Project manager:
May-Britt Skoradal

Institution/company:
Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya

Other participants:
Magni Mohr, Djóni Joensen, Poula Patursson, Herborg Johannesen, Peter Krustrup

Project period:
01.01.2023 - 30.06.2024

Total budget:
kr. 2.637.297

Grant from the FRC in DKK:
kr. 660.000

Project description:
Vit vilja kanna, hvørja ávirkan ymisk sløg av likamligari venjing og kostvegeiðing hevur á feit, óvirkin 30-60-ára gomul fólk við typu 2 diabetes (T2DM). Sjúklingar (sj.) (n=120) við T2DM verða bjóðaðir við. Inklusións kriteriur: Menn (60) og kvinnur (60) millum 30-60 ár, sum hava fingið staðfest T2DM innanfyri seinastu 10 árini. Bara sj. við yvirvekt (BMI>25) og sum eru óvirkin verða bodnir við. Sjúklingar við ringum fylgisjúkum av T2DM luttaka ikki. Kanningin brúkar eitt 3-armað randomiserað kontrollerað snið. Kanningar verða gjørdar, sum vísa: kropsligt treysti, kropssamanseting, diabetesstatus og hjarta-karheilsu (blóðtrýst og blóðroyndir sum HbA1C, glukosa, c-peptid, total kolesterol, HDL, LDL, lipoprotein og triglyserid). Eisini blóðroyndir sum vísa bruna støðu og beinuppbygna verða tiknar. Evnisskiftið í vøddunum verður eisini kannað. Sj. verða eftir kyni deildir í ein fótbólts- og kostvegleiðingarbólk (FK; n=40), ein gangi- og kostvegleiðingarbólk (GK; n=40) og ein kostvegleiðingarbólk (FK; n=40). Venjingarbólkarnir fara at venja 1 tímax3 um vikuna í 32 vikur. FK fer miðvegis (16 vikur) at broyta frá gangi-fótbólti til fótbóltsspæl á smáum vøllum (3v3-7v7). GK fer at ganga kvikligar túrar í 16 vikur og hareftir at jogga 3x18 min (við 3 min. steðgum ímillum) har venjingartyngdin verður javnsett við FK. Allir sj. fáa kostvegleiðing og eina standard kostætlan. Kanningarnar verða gjørdar við byrjan, eftir 16 og 32 vikum.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese