Year of grant: 2022 Research Area: Náttúra og tilfeingi Project type: Ph.d. verkætlan Project title: Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir Grant number: 0467 Project manager: Torstein D. H. Balle Institution/company: Náttúruvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya Other participants: Hans-Georg Beyer, Qin Xin Project period: 01.08.2022-31.07.2025 Total budget: kr. 2.442.104 Grant from the FRC in DKK: kr. 861.005 Project description: Í Føroyum brúka flestu hitaskipanir í bygningum olju til upphiting. Tó ætla flestu nýggju byggiverkætlanir at brúka el-drivnar hitapumpur, ið gagnnýta umhvørvishitan úr luft, jørð og sjógvi. Hóast tað er ein áhaldandi vøkstur av hitapumpum sum verða installeraðar í almennum og privatum bygningum, so er ein tørvur á nøkrum leiðreglum fyri privatum installatørum til at velja ta bestu uppsetanina og besta raksturin fyri skipanina. Uppsetanin av væl virkandi skipanum, skal vera til gagns fyri systemoperatørum og vera lætt at integrera í orkuveitingarskipanina í Føroyum. Til hetta endamálið mugu møguleikar fyri eyka goymslukapasiteti og nýtsla av optimiseraðari skipanarstýring (system control) metast um, við málinum um at á bestan hátt nýta burðardygga orkuframleiðslu og harvið fáa ein minkaðan og forsøgnan(predictable) tørv á orku, í tíðum tá lítið av burðardyggari orku verður framleitt. Úrslitið av verkætlanini skal m.a. hava við sær eitt tól at eyðmerkja ta optimalu støddina og stýringina av skipanini, við eyga fyri hvussu skipanin verður best sett upp undir føroyskum umstøðum. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |