Year of grant:
2022

Research Area:
Samfelag

Project type:
Ph.d. verkætlan

Project title:
Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum

Grant number:
0528

Project manager:
Jens Christian Svabo Justinussen

Institution/company:
Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrur Føroya

Other participants:
Beinta í Jákupsstovu, Dennis Holm

Project period:
01.02.2023-31.01.2026

Total budget:
kr. 2.533.450

Grant from the FRC in DKK:
kr. 1.094.580

Project description:
Hendan PhD verkætlanin er partur av einari stórari granskingarverkætlan, POLYGOV, staðsett í Oslo. Met, sum er eitt samstarv millum níggju norðurlendsk universitet í teimum fimm statunum og teimum trimum londunum við sjálvstýri, Grønland, Føroyar og Åland. Føroyska PhD- verkætlanin er ein kanning av almennu føroysku kreppustýringini og politisku leiðsluni (governance) undir korona-farsóttini. Kannað verður, hvussu tann føroyski korona-politikkurin og strategiin bleiv til, hvussu hetta varð sett í verk (implementerað) í kommunala geiranum, og hvussu politikkurin bleiv móttikin av fólkinum (legitimitet og aksept). Verkætlanin hevur eitt institutionelt-organiatoriskt perspektiv á politikk og implementering av politikki, og varpar serliga ljós á leiklutin hjá millum-leiðarum og starvsfólki í almennum stovnum (Street-Level Bureaucrats) í kommunala geiranum og lýsir teirra leiklut í, hvussu føroyski koronapolitikkurin varð settur í verk. Granskingin fer at geva okkum virðismikla vitan um, hvussu kreppustýring og politisk leiðsla (governance) í Føroyum virkar í verki. Hendan vitan kann brúkast, tá føroyska kreppustýringin og kreppuleiðslan skal endurskoðast.

Project status:
Virkin

Project output:
See PURE



<< Back
Administration     Faroese