Year of grant: 2022 Research Area: Náttúra og tilfeingi Project type: Ph.d. verkætlan Project title: Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum Grant number: 0466 Project manager: Heidi S. Mortensen Institution/company: Fiskaaling Other participants: Prof. Erik Sandblom, University of Gothenburg, Prof. Albin Gräns Department of Animal Environment and Health, Swedish University of Agricultural Science Project period: 01.08.2022-01.08.2026 Total budget: kr. 4.138.817 Grant from the FRC in DKK: kr. 994.411 Project description: Æðrakálking í krúnulívæðrini gerst alsamt meiri vanligt og álvarsamt í aldum laksi (Salmo Salar). Æðrakálking kann føra við sær ilttrot í hjartavøddanum, sum harvið kann gerast meiri viðbreki og minni ført fyri at standa ímóti strongjandi umstøðum. Æðrakálking í krúnulívæðrini er tí undir illgruna sum ein av høvuðsorsøkunum til tí støðugt vaksandi deyðiligheit av aldum laksi, sum nú sæst í sambandi við strongjandi handfaringar á sjónum, so sum avlúsing. Hóast henda økta deyðiligheit sæst globalt, og førir við sær stórt fíggjarligt tap, og sáar iva um burðardygd og djóravælferð, veit man sera lítið um hvussu æðrakálking mennist í aldum laksi, og hvussu tað møguliga ávirkar hjartafunktiónina og harvið førleikanum hjá laksinum at standa ímóti strongjandi umstøðum. Endamálið við hesari PhD er at kanna útbreiðsluna av æðrakálking í krúnulívæðrini hjá føroyskum aldum laksi, fyri at meta hvussu stórur trupulleikin er í Føroyum. Endamálið er eisini, við nýtslu av case study og kontroleraðum royndum á starvsstovu, at kanna sambandi millum æðrakálking, hjartasjúkdómalæru (patologi), funktión og øktan vanda fyri deyða í sambandi við strongjandi avlúsing. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |