Year of grant: 2022 Research Area: Mentan Project type: Ph.d. verkætlan Project title: Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir Grant number: 0241 Project manager: Knút Háberg Eysturstein Institution/company: Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya Other participants: Graham Jeffery, University of The West of Scotland, Arnar Eggert Thoroddsen, University of Iceland, Kimberly Cannady, Victoria University of Wellington, New Zealand Project period: 01.02.2023-31.01.2026 Total budget: kr.2.495.235 Grant from the FRC in DKK: kr. 1.006.554 Project description: Høvuðsendamálið í hesi verkætlanini er at kanna, hvussu siðvenjufatanir verða tingaðar í lestrarætlanum í tónleikaútbúgvingarligum høpi. Til tess at gera hetta, fer verkætlanin bæði at viðgera hugtakið um tað føroyska í tónleiki, t.e. leikluturin hjá siðvenjufatanum og samleika, eins og verkætlanin fer at varpa ljós á, hvussu tónleikaundirvísing verður útint í føroysku útbúgvingarskipanini. Tí verður verkætlanin býtt í tveir partar. Fyrst verður eitt konseptuelt yvirlit gjørt av verkætlanini, ið fevnir um lyklayrkisorð, hugtøk og ástøði, ið síðani verður lýst gjøllari í eini bókmentameting (literature review). Eftir hetta verður ein samrøðurpartur, har verkætlanarleiðarin ger kvalitativar samrøður, sum fara í dýpdina, bæði einsæris og í fokusbólkum við lærarum og tónleikarum. Samrøðupersónarnir verða útvaldir tvørtur um aldur og kyn at samrøða um evni innan tingingar millum siðbundnan tónleik og samtíðar tilgongdir til tónleikaundirvísing og praksis. Svarini hjá samrøðupersónum verða síðani viðgjørd við støði í ástøðiligari greining, tulking og reflektión, ið byggir á konseptuella yvirlitið úr fyrra partinum av verkætlanini. Hesir spurningar og hesi mál verða síðani viðgjørd, greind og eftirkannaði umvegis fyrilestrar, seminar og verkstovur á Fróðskaparsetri Føroya og á viðkomandi stovnum uttanlands. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |