Year of grant:
2020

Research Area:
Heilsa - Sjúkrakassagrunnurin Øki 1

Project type:
Kanningarverkætlan

Project title:
Uppilagstur. Samrøðukanning við sjómenn, sum vegna skaða, slit, sjúku ella øðrum ávum eru noyddir at gevast á arbeiðsmarknaðinum

Grant number:
3126

Project manager:
Sonja Jógvansdóttir

Institution/company:
Føroya Fiskimannafelag

Project period:
01/10/2020-01/10/2021

Total budget:
792.146

Grant from the FRC in DKK:
329.391

Project description:
Uppilagstur er samrøðukanning við sjómenn, sum hava verið noyddir at gevast á sjónum vegna skaða, sjúku slit ella av øðrum ávum. Kanningin er sera viðkomandi, tí tað er ein lutfalsliga stórur, men ógvuliga tigandi bólkur, av monnum, sum mangan fóru til skips sum tannáringar, hvørs lívsgrundarlag brádliga verður tikið undan teimum. Hvussu er lívið hjá hesum monnum ávirkað av at noyðast av arbeiðsmarknaðinum? Hvussu verður bólkurin loftaður í heilsuskipanini, av sosialum myndugleikum o.ø.? Fyri samfelagið hevur tað stórt almannagagnligt virði at fáa samlaða og skipaða vitan um uppilagstar sjómenn og støðu teirra. Tað hevur týdning at fáa lýst støðuna alment og brotið tøgnina um tað at missa arbeiðsførleika. Hetta kann eisini vera við at menna heilsuøkið, almennar tænastur og hvussu fakfeløg og onnur lofta bólkinum. Hetta kann harumframt vera við til at geva hesum monnum eina rødd og eina kenslu av ikki at vera so einsamallir í støðuni. Tað at vera fiskimaður er ein ógvuliga inngrógvin partur av samleikanum hjá hesum monnum, hvat hendur við teimum, tá ið teir ikki eru tað meir? Alt lívið hava teir verið burtur heimanífrá. Skipið er annað heimið, og kroppurin hevur verið amboðið. Hvat gera teir, tá ið hann svíkur? Hvørjar eru avbjóðingarnar, sum teir sjálvir síggja tað? Hvat kundi lætt um yvirgongdina frá sjónum upp á land? Hvussu kunnu teir skapa sær eitt gott lív eftir at hava mist tað, sum kanska hevur mynda teir einamest? Sum samfelag eiga vit at hava áhugað í at fáa lýst allar spurningar um, hvussu tað at noyðast av arbeiðsmarknaðinum áðrenn pensjónsaldur hevur ávirkað lív og lívstreytir, og hvussu hesir klára seg í samfelagnum sum heild? Og ikki minst eru viðurskifti vit kunnu bøta um og betra, so eigur tað at vera gjørt.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese