Year of grant: 2020 Research Area: Samfelag - COVID-19 verkætlan Project type: Verkætlan Project title: Ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin Grant number: 7020 Project manager: Unn Laksá Institution/company: Sjókovin Other participants: Magni Laksafoss, Sjókovin, og Zvonko Mrdalo, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið Total budget: kr. 193.070 Grant from the FRC in DKK: kr. 193.070 Project description: Høvuðsendamálið við verkætlanini er at greina ávirkanina av Covid-19 fyri føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Hetta verður gjørt við at skapa ein ‘business as usual’ støðu (scenario), sum er bygt uppá gongdina seinastu 10 árini. Grundað á samrøður og hagtøl frá fyritøkunum, verður eitt Covid-19 scenario skapt, sum í mestan møguligan mun endurspeglar støðuna, sum hon er nú. Hetta verður gjørt fyri alivinnu, botnfiskaveiðu og framleiðslu, uppisjóvarskip og framleiðslu. Við støði í hesum verða ymisk ‘What-if’ scenario gjørd: T.d. hvat um prísirnir fara enn longur niður, ella støðan heldur fram í 3,6, ella 12 mánaðir afturat. Støðurnar (scenario) taka støði í samrøðum við viðkomandi áhugapartar. Síðani verða hesar støðurnar brúktar til at meta um ávirkanina á føroyska búskapin og fólkatalið. Úrslitini av verkætlanini verða kunngjørd í einari frágreiðing, sum verður tøk á netinum. Um umstøðurnar loyva tí, verða úrslitini eisini løgd fram á almennum fyrilestri, sum Sjókovin skipar fyri í September 2020. Verkætlanin hevur hesi endamálini: - At greina búskaparligu og bygnaðarligu avleiðingarnar av Covid-19 fyri føroyskar fiski – og alifyritøkur gjøgnum samrøður og simuleringar av ymiskum Covid-19 støðum (scenario). - At lýsa avbjóðingarnar í mun til Covid-19 og møguliga ávirkan á avgerðartilgongdina í vinnunum - At eyðmerkja møguleikar og at greina hvussu fyritøkur kunnu gera seg meira mótstøðuførar ímóti brádligum búskaparstoytum - At greina hvat ávirkan ymiskar støður (scenario) hava á føroyska búskapin, almenna geiran og fólkatalið - At gera niðurstøður um, hvørji stig kunnu takast fyri at gera føroyska vinnu og búskapin meira mótstøðufør. Project status: Liðug Project output: Verkætlanin var fíggjað av Granskingarráðnum og hevði til endamáls at kanna ávirkanina av covid-19 á føroysku fiski- og alivinnuna og avleiðingar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin var eitt samstarv millum Sjókovan og Fróðskaparsetur Føroya og var leidd av Unn Laksá. Hinir granskarnir, ið arbeiddu við verkæltanini vóru Zvonko Mrdalo og Magni Laksáfoss. Verkætlanin var í gongd frá mai 2020 til septembur 2020. Úrslitini vóru løgd fram 7. oktobur 2020. Frágreiðingin: https://static1.squarespace.com/static/5ee38124f1b792235edb92da/t/5f7dbde75a8dd315c8f0a857/1602076960406/Covid-19+Fra%CC%81grei%C3%B0ing.pdf << Back |
Administration Faroese |