Year of grant: 2017 Research Area: Heilsa - Sjúkrakassagrunnurin Øki 1 Project type: Stovnssetan Project title: Stovnssetan av sjálvhjálparbólkum Grant number: 3107 Project manager: Jan-Terjé Simonsen Institution/company: LGBT við Eiler Fagraklett, formanni Total budget: kr. 400.000 Grant from the FRC in DKK: kr. 150.000 Project description: Fleiri altjóða vísindaligar kanningar hava í longri tíð víst, at fólk, ið hava aðra kynsliga sannføring ella samleika, enn tí hinskyndu ella cis, hava munandi verri sálarliga heilsu enn hinskynd í miðal hava (Johansen, K. B. H., Laursen, B. og Juel, K., 2015, Marshall, M. P. et al, 2011 og Rosario, M., Schrimshaw, E. W., Hunter J., 2006). LGBT Føroyar avgjørdi tí at gera eina størri og nágreiniliga kanning av heilsustøðuni hjá limum sínum fyri at vita um støðan var tann sama í Føroyum. 158 limir í rørsluni luttóku í kanningini, sum varð gjørd í november 2016. Úrslitið vísti, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga ringa sálarligar heilsu og á fleiri økjum er støðan skakandi og tørvurin á sálarligari viðgerð stórur. LGBT Føroyar heldur tað vera sera átrokandi at koma hesum samfelagstrupulleikum til lívs. Við hesum í huga hevur LGBT Føroyar kannað nærri, hvussu líknandi felagsskapir uttanlands hava virkað fyri at bøta um sálarligu heilsuna hjá sam-, tví- og tvørkyndum. Hesir felagsskapir hava sett á stovn bólkar, ið virka sum sjálvhjálparbólkar, har tey, sum hava tørv á hesum, við professionellari hjálp, kunnu søkja sær hjálp og stuðul. Hetta hevur víst seg at vera sera gagnligt fyri sálarligu heilsu teirra eins og sjálvmorðslutfallið verður mett at falla (LGBT Danmark og Samtøkin ´78). Tilmælt verður tí at seta líknandi bólkar á stovn í Føroyum, soleiðis at føroyskir LGBTarar somuleiðis kunnu fáa møguleika til at betra um sálarligu heilsuna. Ætlanin er at seta eitt væl útbúgvi toymi við fólkum við hóskandi royndum, sum saman kunnu leiða sjálvhjálparbólkarnar. Talan er her um eitt toymi av sálarfrøðingum, sum kunnu skiftast at leiða bólkarnar eftir tørvi. Samstundis skal ein samskipari verða knýttur at verkætlanini fyri at reka bólkarnar á mest skynsama hátt við m.a. at skipa fyri hølisviðurskiftum, tíðarætlan, samskifti og øðrum fyrifallandi. Søkt verður tí Sjúkrakassa grunnin um stuðul at seta hesa verkætlanina í gongd, so vit kunnu fyribyrgja og bøta um lutfalsligu ringu sálarligu heilsuna hjá sam-, tví- og tvørkyndum føroyingum. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |