Year of grant: 2018 Research Area: Náttúruvísindi og tøkni Project type: Vinnu Ph.d.- verkætlan Project title: Útvinnan av alduorku í Føroyum Grant number: 2010 Project manager: Bárður Joensen Institution/company: Landsbyggifelagið Other participants: DTU, Náttúruvísindadeildin og SEV Project period: 01/11/2018-03/12/2022 Total budget: kr. 2.000.000,- Grant from the FRC in DKK: kr. 1.000.000,- Project description: Original Ætlanin við hesari vinnu PhD verkætlan er at kanna møguleikarnar at gagnnýta alduorku til at framleiðslu av el-orku í Føroyum burðardygt. Kanningararbeiðið tekur útgangsstøði í, hvat potentialið fyri alduorku er fyri Føroyar, og hvørji tøknilig design viðvíkjandi útvinnan av orku úr aldum eru best egnað í Føroyum. Ein ítøkilig alduorkuverkætlan hevur verið á tekniborinum áður í Føroyum, har SEV og LBF ráðg. verkfr. luttóku, men hendan verkætlanin varð ikki realiserað av fíggjarligum orsøkum. Grundprincippini í hesi verkætlan bygdu á boraðar tunlar við úttaki undir vatnskorpuni – einum vatnstempli inni í tunlinum drivið at alduni uttan fyri, og luftturbinur longri uppi í tunlinum. Ætlanin er at taka støði í somu grundprincippum. Vit meta framvegis, at her er eitt potentiali, sum eigur at verða gagnnýtt, og at ein ítøkilig granskingarverkætlan í einum breiðum samstarvið millum lærustovnar (DTU og Setrið), tað privata (LBF og SEV) og møguliga onnur (t.d. Landsverk) er tað, sum skal til, til tess at fáa gongd á hetta arbeiðið. Hendan kanning er áhugaverd, tí hon kann verða ein viðvirkandi faktorur hjá Føroyum at náa málinum, at øll el-orka í ár 2030 skal koma frá grønum orkukeldum. Eisini vil ein slík granskingarverkætlan viðvirka til, at vit í Føroyum uppbyggja vitan og royndir við at gagnnýta alduorku og harvið kunnu teljast millum fremstu lond í heiminum innan hetta økið. Ein annar fyrimunur við alduorkum av hesum slag er, at tey ikki síggjast og tískil ikki ávirka umhvørvið. Neyðugt verður at gera kannningar og lýsingar av aldukortum og aldudata fyri Føroyar. Hetta kann gerast við at nýta tær upplýsingar fyri aldu, vind, rák, o.t. fyri Føroyar, sum eru tøkar og síðani at framleiða modellir við neyvari upploysn, t.d. 50x50m, 25x25m, 10x10m. Hesi modellir kunnu eftirkannast við at taka stikk-royndir ymsastaðni kring Føroyar fyri at validera. Neyðugt verður eisini at gera ymiskar kanningar fyri at eyðmerkja tey støð í landinum, sum við atliti til topografi (og botn), geologi, atkomuviðurskifti, alduviðurskifti, kostnað og annað eru egnað og áhugaverd at kanna nærri. Við støði í hesum verður møguligt at endurskapa aldurnar í aldutangum og at byggja fysisk modell fyri ávísar lokalitetir og at kanna hvør effekt kann fáast burturúr.Hvat fáa partarnir burturúr? SEV hevur játtað at luttaka við 150 tkr um árið í trý ár, treytað av, at felagið fær alla ta vitan, sum kemur burturúr og fær rætt til at nýta úrslitið í sínum málrættaða arbeiði at røkka málinum at vera 100% grøn í 2030. SEV arbeiðir miðvíst við at kanna allar náttúrugivnar orkukeldur – tí er gransking í alduorku, sum kann nágreina møguleikar og váðar, áhugaverd fyri SEV. LBF hevur í fleiri áratíggir ráðgivið innan vatnorku, vindorku og termiska orku. Sum nevnt hevur felagið áður eisini luttikið í eini alduorkuverkætlan saman við SEV. Allar orkuverkætlanir, sum LBF hevur luttikið í hava stóran mun fevnt um anleggsarbeiðir, tvs. tunlar, lendisarbeiðir og tílíkt. Ein granskingarverkætlan av hesum slag vil hava fleiri anleggstekniskar avbjóðingar við sær, og tað vil geva LBF fakliga vitan, sum ikki er í felagnum frammanundan. Hetta vil betra um kappingarførið og møguleikarnar at luttaka í slíkum verkætlanum í Føroyum og uttanlands. Í strembanini eftir alla tíðina at menna falkliga umhvørvið og okkara umdømi, hevur LBF áhuga í og eitt ynski um eitt tættari samstarv við hægri lærustovnar í Føroyum og uttanlands, t.d. Setrið og DTU. Eisini metir felagið, at eitt breitt samstarv um eina grøna granskingarverkætlan kann betra um ein burðardyggan profil, sum í londunum uttan um okkum nærmast er ein fortreyt fyri at sleppa framat størri verkætlanum. Final The research project has shown, that the waters around the Faroe Islands contain substantial amounts of enclosed wave energy and that existing devices are capable of producing high amounts of wave power. The economic assessment has shown that the Faroe Islands are one of the best suited locations worldwide in terms of cost of energy produced, compared to existing literature. The work around wave modelling and wave climate characterization will most likely be used in future work in aquaculture, harbour construction, ship safety, etc. Project status: Liðug Project output: Scientific articles, books, thesis etc. First author scientific articles: [1] Bárður Joensen, Bárður A. Niclasen, and Harry B. Bingham. “Wave power assessment in Faroese waters using an oceanic to nearshore scale spectral wave model”. In: Energy 235 (Nov. 2021), p. 121404. doi: 10.1016/j.energy.2021.121404. [2] Bárdur Joensen, Harry B. Bingham, and Bárdur A. Niclasen. “Evaluation of the power performance of various wave energy conversion concepts for Faroese coastal waters”. In: Developments in Renewable Energies Offshore. CRCPress/Balkema, 2021, pp. 96–102. isbn: 9780367681319. [3] Bárdur Joensen et al. “Performance predictions of one-way energy capture by an oscillating water column device in Faroese waters”. In: Proceedings of the 14th European Wave and Tidal Energy Conference. Ed. by D.M. Greaves. ISSN: 2309-1983. 2021. [4] Bárdur Joensen et al. “Hydrodynamic analysis of a one-way energy capture of an oscillating water column wave energy device”. In: Journal of Energy Reports (Accepted for publication) (2022). Co-authored scientific articles: M. Rosati et al. “A data-based modelling approach for a vented oscillating water column wave energy converter”. In: Trends in Renewable Energies Offshore. Ed. byC. Guedes Soares. Marine Technology and Ocean Engineering Series. Proceedings of the 5th International Conference on Renewable Energies Offshore (Renew 2022). CRC Press, 2023, pp. 339–350. isbn: 978-1-032-42003-5. Other results, such as unpublished articles, patents, computer systems, original models and new procedures First author articles under review [1] Bárdur Joensen and Harry B. Bingham. “Comparison of a spectral wave model with a fully nonlinear potential flow wave model”. Accepted for revision in Journal of Ocean Engineering. [2] Bárdur Joensen and Harry B. Bingham. “Economic feasibility study for wave energy conversion device deployment in Faroese waters”. In review in Journal of Energy. Publications outside the scientific community, i.e. lectures, periodicals, articles in newspapers, television and radio Scientific talk about wave energy conversion on YouTube channel “Orkuprát”: https://www.youtube.com/watch?v=OZ4duvAGmLI Storage and access rights to collected data Data will be made available upon request to the owner of the data. << Back |
Administration Faroese |