|
Játtað í: 2026 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðarkanningar - 2 Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Hjálpartólatænastan - út frá sjónarhorninum hjá ergoterapeutum. Játtanarnummar: 4030 Verkætlanarleiðari: Turið B. Jacobsen Stovnur/virki: Ergoterapeutfelagið Aðrir luttakarar: Annika Helgadóttir Davidsen Verkætlanarskeið: 01.09.2026-31.01.2027 Samlaður kostnaður: 315.000 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 300.000 kr. Verkætlanarlýsing: Kannað verður, hvussu ergoterapeutar, sum arbeiða við hjálpartólum (HT) uppliva arbeiðið. Talan er um ergoterapeutar á deildini Hjálpartól á Almannaverkinum (AV), sum veitur tænastur til fólk í øllum aldri um alt landið og ergoterapeutar í øðrum skipanum, sum taka lut í arbeiðinum at veita HT. Tænasturnar umfata alt frá einføldum og kompleksum HT til sertillagaðar bilar og bústaðarbroytingar. Økið er sostatt komplekst við høgum krøvum til vitan um at møta og samstarva við menniskju í mangan truplum støðum, vitan um tøkni og samskipan og samstarv sínámillum. Vitan um, hvussu ergoterapeutar uppliva at arbeiða við HT kann brúkast av myndugleikum, fakfelagi og øðrum til at gera tillagingar, sum eftir tørvi kann betra um tænastuna til brúkararnar og arbeiðsumstøðurnar hjá ergoterapeutunum. Støða: Fer í gongd << Back |
| Administration English |