|
Játtað í: 2026 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðarkanningar - 2 Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Arbeiðsmarknaðurin og tey við avmarkaðum førleikum. Ein IPS-grundað pilotkanning við støði í næmingum frá Dugna. Játtanarnummar: 4029 Verkætlanarleiðari: Gestur Hovgaard Stovnur/virki: Dugni Aðrir luttakarar: Elin Ludvig, Alvi Hjelm, Kristianna Torbjarnardóttir, Firouz Gaini Verkætlanarskeið: 04.08.2026-30.06.2027 Samlaður kostnaður: 637.706 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 300.000 kr. Verkætlanarlýsing: Verkætlanin "Arbeiðsmarknaðurin og tey við avmarkaðum førleikum" er ein pilotkanning, sum hevur til endamáls at stuðla næmingum frá Dugna varandi út á arbeiðsmarknaðin. Hetta verður gjørt við støði í skipanini Individual Placement and Support (IPS). IPS er ein nýggjari og viðurkend tilgongd til arbeiðsmarknaðarluttøku hjá fólki "á kantinum" og uttanfyri arbeiðsmarknaðinum, at finna og varðveita arbeiði eftir vanligum arbeiðsmarknaðartreytum. Samstundis verður skipað vitan savnað um, hvat riggar í føroyskum høpi, og hvørjar avbjóðingar eru. Verkætlanin verður framd í samstarvi við arbeiðsgevarar og almennar stovnar og skal leggja grundarlag fyri betri samanhangi millum vælferðarskipan og arbeiðsmarknað. Úrslitini verða nýtt til ítøkilig tilmæli og víðari menning og gransking. Støða: Fer í gongd << Back |
| Administration English |