Játtað í:
2026

Granskingarøki:
Arbeiðsmarknaðargransking - 3

Verkætlanarslag:
Ph.d. verkætlan

Verkætlanarheiti:
FaroeLingo: Nýhugsan av skipaðum mentanarmótum í talgildari annaðmálslæring

Játtanarnummar:
4015

Verkætlanarleiðari:
Barbara Scalvini

Stovnur/virki:
Náttúruvísindadeildini og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum

Aðrir luttakarar:
Sylvia Garduno Magnussen, Kalpana Vijayavarathan, Poul F. Guttesen, Hafsteinn Einarsson, Louise Tranekjær, Anna-Elisabeth Holm

Verkætlanarskeið:
01.08.2026-31.07.2029

Samlaður kostnaður:
3.307.113 kr.

Stuðul úr Granskingargrunninum:
1.500.000 kr.

Verkætlanarlýsing:
Granskingarverkætlanin kannar, hvussu talgild mentanarmót umskarast við at læra mál og kensluna av tilknýti hjá tilflytarum í Føroyum. Við at nýta menningina av einum føroyskum lærupalli sum granskingarháttalag samantvinnar verkætlanin málfrálæru og tøkni við skipað mentanarlig samvirkan (mentanarmót) millum tilflytarar og fólk í lokalsamfelagnum. Kanningin nýtir eitt blandað háttalag, ið fevnir um diskursgreining, kvalitativar samrøður og kvantitativar dátur frá lærupallinum, fyri at samanbera málsligu menningina og upplivingina av tilknýti í talgildum, persónligum og ikki-skipaðum umhvørvum. Verkætlanin tekur støði í tørvinum á føroyskum undirvísingaramboðum og styðjar undir integratión við serligum atliti til arbeiðslív.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English