|
Játtað í: 2026 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðargransking - 3 Verkætlanarslag: Ph.d. verkætlan Verkætlanarheiti: Arbeiðsvirkni eftir pensjónsaldur: ein tvørvísindalig kanning av orsøkum til, at nógvir føroyingar arbeiða eftir pensjónsaldur Játtanarnummar: 4014 Verkætlanarleiðari: Monika Nolsøe Johannesen Stovnur/virki: Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum Aðrir luttakarar: Per H. Jensen, Erika Anne Hayfield Verkætlanarskeið: 01.09.2026-31.08.2029 Samlaður kostnaður: 2.771.120 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.500.000 kr. Verkætlanarlýsing: Eingin í grannalondum okkara arbeiðir so leingi sum føroyingar. Í aldrinum 70-74 ár, eru yvir 30 prosent av føryingunum framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum, meðan talið í øðrum EU og Norðan londum er 7-15 prosent. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, hvat ger at so nógvir føroyingar halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur. Hetta verður gjørt við eini tvørvísindaligari kanning, har hugt verður eftir lívssøguni hjá einstaklinginum, arbeiðsvirðum og yvirskipaða sosiala kontekstinum. Slík vitan er neyðug, fyri at fáa eina betri fatan av hvør tað er, ið heldur fram at arbeiða og hvørjar orsøkirnar eru. Í føroyskum høpi eru ongar slíkar kanningar gjørdar áður. Kanningarúrslitini kunnu tí geva skipaða vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin og harvið gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Støða: Fer í gongd << Back |
| Administration English |