|
Year of grant: 2026 Research Area: Arbeiðsmarknaðargransking - 3 Project type: Ph.d. verkætlan Project title: Arbeiðsvirkni eftir pensjónsaldur: ein tvørvísindalig kanning av orsøkum til, at nógvir føroyingar arbeiða eftir pensjónsaldur Grant number: 4014 Project manager: Monika Nolsøe Johannesen Institution/company: Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum Other participants: Per H. Jensen, Erika Anne Hayfield Project period: 01.09.2026-31.08.2029 Total budget: 2.771.120 kr. Grant from the FRC in DKK: 1.500.000 kr. Project description: Eingin í grannalondum okkara arbeiðir so leingi sum føroyingar. Í aldrinum 70-74 ár, eru yvir 30 prosent av føryingunum framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum, meðan talið í øðrum EU og Norðan londum er 7-15 prosent. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, hvat ger at so nógvir føroyingar halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur. Hetta verður gjørt við eini tvørvísindaligari kanning, har hugt verður eftir lívssøguni hjá einstaklinginum, arbeiðsvirðum og yvirskipaða sosiala kontekstinum. Slík vitan er neyðug, fyri at fáa eina betri fatan av hvør tað er, ið heldur fram at arbeiða og hvørjar orsøkirnar eru. Í føroyskum høpi eru ongar slíkar kanningar gjørdar áður. Kanningarúrslitini kunnu tí geva skipaða vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin og harvið gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Project status: Fer í gongd << Back |
| Administration Faroese |