|
Játtað í: 2026 Granskingarøki: Heilsuvísindi Verkætlanarslag: Ph.d. verkætlan Verkætlanarheiti: Betran av artrosu-viðgerð í Føroyum. Játtanarnummar: 0372 Verkætlanarleiðari: Pætur M. Holm Stovnur/virki: Skurðdeplinum í Sjúkrahúsverkinum Aðrir luttakarar: Søren T. Skou, Lina Ingelsrud, Ilana Ackerman, Kristoffer W. Barfodm Anders Troelsen, Niclas H. Eysturoy, Charlotte Simony. Verkætlanarskeið: 01.08.2026-31.07.2030 Samlaður kostnaður: 5.629.318 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.100.000 kr. Verkætlanarlýsing: Artrosa (slitgikt) telist millum tyngstu sjúkubyrðurnar í heiminum. Tað gert alsamt meira neyðugt at endurhugsa hvussu vit tryggja bestu viðgerðina av artrosu til tann einstaka sjúklingin, samstundis sum vit endurskoða hvussu vit best gagnnýta avmarkaða tilfeingið í heilsuverkinum. Henda verkætlanin er grundað á tvær kohortu-kanningar, ið fylgja sjúklingum við knæ- og mjadna artrosu í 2 ár. Verkætlanin inniheldur bæði kvantitativar uppgerðir av sjúkubyrðu, viðgerðargongd og kostnaði umframt kvalitativar kanningar av upplivingum hjá sjúklingum og sjúkrarøktarfrøðingum í sambandi við skurðviðgerð. Tilsamans vil vitan frá verkætlanini slóða fyri hvussu vit best handfara vaksandi byrðuna av artrosu til gagns fyri hin einstaka og fyri samfelagið. Støða: Fer í gongd << Back |
| Administration English |