Year of grant:
2026

Research Area:
Heilsuvísindi

Project type:
Ph.d.-verkætlan

Project title:
Hugburður og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnað og privatlív í einum lítlum sub-arktiskum samfelagi: Ein blandað háttalagskanning.

Grant number:
0371

Project manager:
Eivy Kristiansen

Institution/company:
Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum

Other participants:
Annika Helgadóttir Davidsen, Marin Strøm, Helle Timm, Christy Simpson

Project period:
01.01.2027-31.12.2029

Total budget:
2.644.872 kr.

Grant from the FRC in DKK:
1.700.000 kr.

Project description:
Henda verkætlan kannar hugburð og upplivingar hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnaðar upplýsingar og privatlív hjá sjúklingum. Í smáum, tætt knýttum samfeløgum við lítlum anonymiteti, kunnu sosialir dynamikkir og persónligar relatiónir skapa torførar etiskar avbjóðingar, sum gera tað trupult at liva upp til krøvini um trúnað og fakliga ábyrgd. Verkætlanin byggir á spurnakanningar og einstaklinga samrøður fyri at lýsa hugburð og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samband við trúnað. Úrslitini kunnu geva nýggja vitan um, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar handfara krøvini um trúnað í smáum samfeløgum, menna sjúkrarøktarpraksis, tryggja rættindi hjá sjúklingum og styrkja áliti á heilsuverkið. Eisini kunnu úrslitini vera gagnlig fyri onnur smá samfeløg við líknandi avbjóðingum.

Project status:
Fer í gongd



<< Back
Administration     Faroese