|
Játtað í: 2026 Granskingarøki: Náttúruvísindi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Háupployst vindatlas fyri Føroyar. Játtanarnummar: 0487 Verkætlanarleiðari: Knud Simonsen Stovnur/virki: Veðurstovan Aðrir luttakarar: Turið Poulsen, Haraldur Ólafsson, Bárður Á. Niclasen, Andrias K. Gregoriussen Verkætlanarskeið: 01.01.2025-01.10.2028 Samlaður kostnaður: 2.945.004 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 486.790 kr. Verkætlanarlýsing: Føroyar eru eitt lítið avbyrgt oyggjasamfelag við fjallalendi og einum vindharðum veðurlagi. Tó at landið er lítið, kann veðrið vera sera ymiskt frá einum staði til annað orsaka av ávirkanini av fjallalendinum. Endamálið við verkætlanini er at gera eitt høgtupploysiligt vindatlas fyri Føroyar, har ávirkanin av fjallalendinum verður væl umboða. Hetta verður gjørt við myndlan, við at nýta WRF, eitt state-of-the-art forrit, ið ofta verður nýtt til at simulera veðri við. Tað eru nógvir ymiskir mátar at seta WRF upp uppá. Við at tillaga WRF uppsetingina til Føroysk viðurskifti, verður eitt skraddaraseymað vindatlas yvir Føroyum gjørt. Úrslitini væntast at gagna m.a. byggiverkfrøðingum, havfrøðini, veðurfrøðini, orkuvinnuni, flutningsvinnuni og almenningini sum heild. Støða: Fer í gongd << Back |
| Administration English |