|
Játtað í: 2026 Granskingarøki: Náttúruvísindi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Uppvakstrarøki hjá fiski á føroysku firðunum og tilgongd í vinnuliga troyttar fiskastovnar á landgrunninum. Játtanarnummar: 0486 Verkætlanarleiðari: Ása Jacobsen Stovnur/virki: Havstovan Aðrir luttakarar: Sólvá Jacobsen, Lise H. Ofstad, Ása Johannesen, Agnes Mols Mortensen, Elliot J. Brown, Kjell Magnus Norderhaug Verkætlanarskeið: 01.11.2026-30.10.2028 Samlaður kostnaður: 1.662.340 kr. Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.058.965 kr. Verkætlanarlýsing: Tryggjan av burðardyggari fiskiveiðu byggir á vitan um fiskastovnar og umhvørvi teirra. Hóast nógv fiskasløg hava uppvakstrarøki fram við landi, er vitanin um hetta lívsskeiðið sera avmarkað. Henda verkætlanin fer at greina leiklutin og virðið av uppvakstrarøkjum fyri ynguli hjá vinnuliga gagnnýttum fiskastovnum við at gera kanningar í taraskógum og við at nýta dáta og aðra vitan frá verkætlanum við líknandi fokus. Kanningarvirksemi fer at fevna um áður royndar umframt nýggjar arbeiðshættir, og dátugreiningin fer at kanna møgulig árin av menniskjavirksemi á hesi uppvakstrarøki og tilgongd av ynguli í vaksnu fiskastovnarnar. Haraftrat verður ein leistur fyri framtíðar kanningar gjørdur fyri at tryggja, at komandi kanningar geva dáta av høgari góðsku og virði. Støða: Fer í gongd << Back |
| Administration English |