Year of grant:
2026

Research Area:
Náttúruvísindi

Project type:
Verkætlan

Project title:
Uppvakstrarøki hjá fiski á føroysku firðunum og tilgongd í vinnuliga troyttar fiskastovnar á landgrunninum.

Grant number:
0486

Project manager:
Ása Jacobsen

Institution/company:
Havstovan

Other participants:
Sólvá Jacobsen, Lise H. Ofstad, Ása Johannesen, Agnes Mols Mortensen, Elliot J. Brown, Kjell Magnus Norderhaug

Project period:
01.11.2026-30.10.2028

Total budget:
1.662.340 kr.

Grant from the FRC in DKK:
1.058.965 kr.

Project description:
Tryggjan av burðardyggari fiskiveiðu byggir á vitan um fiskastovnar og umhvørvi teirra. Hóast nógv fiskasløg hava uppvakstrarøki fram við landi, er vitanin um hetta lívsskeiðið sera avmarkað. Henda verkætlanin fer at greina leiklutin og virðið av uppvakstrarøkjum fyri ynguli hjá vinnuliga gagnnýttum fiskastovnum við at gera kanningar í taraskógum og við at nýta dáta og aðra vitan frá verkætlanum við líknandi fokus. Kanningarvirksemi fer at fevna um áður royndar umframt nýggjar arbeiðshættir, og dátugreiningin fer at kanna møgulig árin av menniskjavirksemi á hesi uppvakstrarøki og tilgongd av ynguli í vaksnu fiskastovnarnar. Haraftrat verður ein leistur fyri framtíðar kanningar gjørdur fyri at tryggja, at komandi kanningar geva dáta av høgari góðsku og virði.

Project status:
Fer í gongd



<< Back
Administration     Faroese