|
Year of grant: 2026 Research Area: Náttúruvísindi Project type: Verkætlan Project title: Broytandi viðurskifti í havevnafrøði út frá havbotnsmineralum. Grant number: 0485 Project manager: Thomas Ulrich Institution/company: Clausthal University of Technology Other participants: Heiðrikur í Garði Mortensen, Jakob Keiding, Uni Árting Project period: 01.08.2026-31.07.2028 Total budget: 1.647.376 Grant from the FRC in DKK: 1.100.000 Project description: Endamálið við FERRO-TRACE verkætlanini er at kanna søguligar broytingar í havstreymum, havviðurskiftum og veðurlagnum í Norðuratlantshavinum. Hetta vilja vit gera við at greina broytingar í havevnafrøðini og isotopisku samansetingini av havbotnsmineralum (jarn-mangan skorpum) úr sjóøkinum kring Føroyar. Hesi havbotnsmineral vaksa ógvuliga spakuligani (1-10 mm per millónir ár), og kunnu tí goyma týdningarmiklar upplýsningar um søguligar broytingar í Norðuratlantshavinum langt aftur í tíð. Hesar søguligu broytingar kunnu seta nútíðar veðurlagsbroytingar í eitt longri tíðarligt høpi og kunnu geva innlit í broytingar vit skulu vænta í framtíðini. Úrslit frá verkætlanini fara eisini at geva innsýni til framtíðar gransking innan havbotnsmineralir og havtilfeingi í Føroyska økinum. Project status: Fer í gongd << Back |
| Administration Faroese |