Játtað í:
2026

Granskingarøki:
Samfelagsvísindi

Verkætlanarslag:
Ph.d. verkætlan

Verkætlanarheiti:
Føroyski leisturin: Menning av sernámsfrøðiligari vitan í almenna skúlanum.

Játtanarnummar:
0533

Verkætlanarleiðari:
Anna Eikhólm

Stovnur/virki:
Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum

Aðrir luttakarar:
Lotte Hedegaard-Sørensen, Frida Poulsen, Kalpana Vijayavarathan-R

Verkætlanarskeið:
03.08.2026-02.08.2029

Samlaður kostnaður:
2.639.733

Stuðul úr Granskingargrunninum:
1.700.000

Verkætlanarlýsing:
Granskingarverkætlanin kannar, hvussu sernámsfrøðiliga økið í Føroyum søguliga og í dag er skipað og hvussu hesar søguligu og bygnaðarligu fortreytir ávirka møguleikarnar fyri menning av sernámsfrøðiligari vitan í almenna skúlanum. Við støði í viðvarandi spenningum millum inklusjón sum visjón og í gerandisverki, og í avmarkaðari gransking í hvussu sernámsfrøðilig vitan verður ment í almennu skúlaskipanini, arbeiðir verkætlanin við eini “minding-the-gap” tilgongd, grundað á kritiska realismu. Verkætlanin greinar, hvussu sernámsfrøðilig vitan verður samrádd, tulkað og ment í almennum læringarumhvørvum, og gevur nýtt empiriskt og analytiskt íkast til føroyska og altjóða gransking um inkluderandi skúlaskap.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English