Játtað í:
2026

Granskingarøki:
Hugvísindi

Verkætlanarslag:
Ph.d. verkætlan

Verkætlanarheiti:
Kroppurin í fornnorrønari gudafrøði. Ein tvørfaklig tilgongd til kropsmyndamál í fornnorrønari gudafrøði

Játtanarnummar:
0246

Verkætlanarleiðari:
Rannvá Næs Hoydal

Stovnur/virki:
Háskúla Íslands

Aðrir luttakarar:
Aðalheiður Guðmundsdóttir, Bergur D. Hansen, Jan Alexander van Nahl

Verkætlanarskeið:
18.08.2025-13.06.2030

Samlaður kostnaður:
2.853.324 kr

Stuðul úr Granskingargrunninum:
1.200.000 kr

Verkætlanarlýsing:
Henda verkætlan granskar tað, sum verður miðlað ígjøgnum kroppar í fornnorrønum mýtiskum tekstum. Hetta verður gjørt ígjøgnum tvørfakligar tilgongdir, m.a. úr fornfrøði- og kropsantropologiska granskingarøkinum. Ofta hevur verið víst á ríka tilfeingið av kropsmyndamáli í skrivligum fornnorrønum keldum, og hetta evnið hevur veitt áhugaverd úrslit í øðrum vísindagreinum innan miðaldar- og víkingaaldar gransking, men tørvur er á skipaðum tilgongdum til evnið innanfyri fornnorrønnar bókmentir, serliga tá ið talan er um mýtologiskar tekstir. Henda verkætlan miðar eftir at varpa ljós á, hvussu til ber at styrkja okkara innlit í fornnorrøna mýtiska tankagongd við at hava kroppin sum miðdepil, og hvussu hetta kann geva íblástur til nýggjar granskingartilgongdir innanfyri fornnorrøna filologi.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English