Year of grant:
2025

Research Area:
Arbeiðsmarknaðarkanningar

Project type:
Verkætlan

Project title:
Compassionate Mind Training interventión við umsorganarstarvsfólki – ein pilot verkætlan

Grant number:
4028

Project manager:
Súsanna Olafsdóttir Skaale

Institution/company:
Fróðskaparsetur Føroya

Other participants:
Annika H. Davidsen

Project period:
01.09.2025 - 28.02.2026

Total budget:
Kr. 282.489

Grant from the FRC in DKK:
Kr. 282.489

Project description:
Kensluligu krøvini hjá umsorganarstarvsfólki eru ofta stór, og gransking vísir, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið. Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á hesum øki, serliga tí talið á eldri føroyingum, ið hava tørv á røkt og professionellari umsorgan, er vaksandi. Endamálið við hesi kanning er at kanna eina interventión, ið nevnist Compassionate Mind Training, ið kann betra um sálarheilsuna hjá umsorganarstarvsfólki við at fyribyrgja strongd og umsorganarmøði. Kanningarúrslitini verða nýtt sum ein fyrireikandi liður í eini phd verkætlan um sama evni, og úrslitini kunnu fáa týdning fyri arbeiðsmarknaðin: bæði fyri umsorganarstarvsfólk og fyri tey, ið fáa professionella umsorgan.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese