Játtað í:
2025

Granskingarøki:
Arbeiðsmarknaðarkanningar

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Vitlíki til arbeiðis

Játtanarnummar:
4027

Verkætlanarleiðari:
Gunnleygur Clementsen

Stovnur/virki:
Pedagogfelagið

Aðrir luttakarar:
Tóri Slættalíð

Verkætlanarskeið:
01.07.2025 - 31.05.2026

Samlaður kostnaður:
Kr. 300.000

Stuðul úr Granskingargrunninum:
Kr. 300.000

Verkætlanarlýsing:
Verkætlanin ger 6–8 stuttar beinraktar frágreiðingar, sum vísa starvsfólki – t.d. á dagstovnum, í fólkaskúlum ella í eldrarøkt – hvussu júst tey kunnu brúka verandi vitlíki-amboð (t.d. ChatGPT) til at loysa uppgávur, spara tíð og gera arbeiðið lættari og stuttligari. Ágóðar: - Starvsfólk fáa ítøkilig dømi og uppskot til, hvussu tey kunnu fáa hjálp frá vitlíki. - Arbeiðsgevarar fáa uppskot til, hvussu tey kunnu hjálpa starvsfólkum í gongd við vitlíki. - Fakfeløg fáa nýggja vitan, sum tey kunnu brúka til at betra um arbeiðsumstøður og styrkja fakliga menning. Bólkarnir ið vera valdir vera bólkar vit meta kunna finna tað torført at læra hvussu tey skula nýta vitlíki, eitt nú orsaka av minni tøkniligar royndir, lítla fíggjarliga hjálp til tøkni upplæring ella onnur ting.

Støða:
Liðug

Avrik:
Í verkætlanini „Vitlíki til arbeiðis“ eru mentar seks vegleiðingar á føroyskum um, hvussu vitlíki kann brúkast í gerandisarbeiðinum. Vegleiðingarnar eru ætlaðar røktarstarvsfólkum, handverkarum, starvsfólkum á dagstovnum, fólki í tænastuvinnuni, undirvísarum og venjarum. Endamálið er at gera vitlíki meira ítøkiligt og atkomiligt fyri fakbólkar, sum kunnu finna stóra gagn av vitlíki, men sum ofta hava avmarkaðan stuðul at seta seg inn í nýggj talgild amboð. Tilfarið er alment atkomiligt og kann brúkast til sjálvlestur, verkstovur og innanhýsis upplæring. Sí Vitlíki til arbeiðis



<< Back
Administration     English