Játtað í: 2025 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðargransking Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Umskifti til pensjónistalívið og trivnaður hjá føroyingum Játtanarnummar: 4013 Verkætlanarleiðari: Eina H. Eliasen Stovnur/virki: Fróðskaparsetur Føroya Aðrir luttakarar: Annika Helgadóttir Davidsen , Marin Strøm ,Pál Weihe, Sára Skylv Reinert Verkætlanarskeið: 01.01.2026 - 30.06.2027 Samlaður kostnaður: Kr. 1.797.351 Stuðul úr Granskingargrunninum: Kr. 900.000 Verkætlanarlýsing: Eins og í londunum kring um okkum gerast alt fleiri og fleiri eldri fólk í Føroyum, og tosið snýr seg um at hækkað pensjónsaldurin samsvarandi. Hetta hevur jaliga ávirkan á búskaparligu fortreytirnar, við m.a. at pensjónsútreiðslurnar minka og fleiri verða longur á arbeiðsmarknaðinum. Men ymisk viðurskifti hava ávirkan á at pensjónerast, og nær rætta løtan er. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, hvørja fatan og orsøkir eldri føroyingar hava at pensjónerast ella halda fram á arbeiðsmarknaðinum – av fríum vilja ella óviljað. Harumframt at kanna samband við trivnaðin hjá fólki hesum viðvíkjandi. Fyrsta stig í verkætlanini er ein spurnakanning um evni millum føroyingar í aldrinum 60-75 ár og síðani samrøður við nakrar luttakarar Støða: Fer í gongd << Back |
Administration English |