Year of grant:
2025

Research Area:
Arbeiðsmarknaðargransking

Project type:
Verkætlan

Project title:
Umskifti til pensjónistalívið og trivnaður hjá føroyingum

Grant number:
4013

Project manager:
Eina H. Eliasen

Institution/company:
Fróðskaparsetur Føroya

Other participants:
Annika Helgadóttir Davidsen , Marin Strøm ,Pál Weihe, Sára Skylv Reinert

Project period:
01.01.2026 - 30.06.2027

Total budget:
Kr. 1.797.351

Grant from the FRC in DKK:
Kr. 900.000

Project description:
Eins og í londunum kring um okkum gerast alt fleiri og fleiri eldri fólk í Føroyum, og tosið snýr seg um at hækkað pensjónsaldurin samsvarandi. Hetta hevur jaliga ávirkan á búskaparligu fortreytirnar, við m.a. at pensjónsútreiðslurnar minka og fleiri verða longur á arbeiðsmarknaðinum. Men ymisk viðurskifti hava ávirkan á at pensjónerast, og nær rætta løtan er. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, hvørja fatan og orsøkir eldri føroyingar hava at pensjónerast ella halda fram á arbeiðsmarknaðinum – av fríum vilja ella óviljað. Harumframt at kanna samband við trivnaðin hjá fólki hesum viðvíkjandi. Fyrsta stig í verkætlanini er ein spurnakanning um evni millum føroyingar í aldrinum 60-75 ár og síðani samrøður við nakrar luttakarar

Project status:
Fer í gongd



<< Back
Administration     Faroese