Játtað í:
2025

Granskingarøki:
Arbeiðsmarknaðargransking

Verkætlanarslag:
Verkætlan

Verkætlanarheiti:
Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður

Játtanarnummar:
4012

Verkætlanarleiðari:
Anna-Elisabeth Holm

Stovnur/virki:
Fróðskaparsetur Føroya

Verkætlanarskeið:
01.10.2025 - 30.09.2028

Samlaður kostnaður:
Kr. 2.143.488

Stuðul úr Granskingargrunninum:
Kr. 1.100.000

Verkætlanarlýsing:
Føroyar hava í nýggjari tíð verið gjøgnum víðfevndar broytingar orsakað av altjóðagerð og altjóða flytføri, sum hevur ført til vaksandi mentanarligt og málsligt margfeldi. Hesar broytingar hava týdning fyri, hvussu tilflytarar verða fevndir av samfelagnum, á arbeiðsmarknaðinum og fyri málundirvísingarpolitikk og praksis. Nýggj gransking vísir, at tilflytarar uppliva marginalisering á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at viðgera hesar samfelagsligu avbjóðingar er endamálið við LILM-verkætlanini at menna málrættaða annaðmálsundirvísing, málslig stuðulstiltøk á arbeiðsplássum og starvsvenjing, at gera tilmæli um góða praksis í sambandi við menning av málsligum førleikum í sambandi við arbeiði, og at samstarva við áhugapartar, ið varða av málundirvísing og lokala arbeiðsmarknaðinum.

Støða:
Fer í gongd



<< Back
Administration     English