Year of grant: 2025 Research Area: Náttúruvísindi & tøkni Project type: Verkætlan Project title: Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina Project manager: Katrin Hoydal Institution/company: Umhvørvisstovan Other participants: Halla W. Reinert, Anni Djurhuus, Ragnheiður Bogadóttir, Lise H. Ofstad, Birgitta Andreasen, Áki Vang Project period: 01.09.2025 - 31.08.2027 Total budget: Kr. 2.091.890 Grant from the FRC in DKK: Kr. 1.000.000 Project description: Mannaskapt dálking á firðum er økt munandi. Firðirnir eru týðandi lívfrøðiligar framleiðslueindir og hava stóran týdning fyri mentan, samfelag og búskap. Tørvur er á betri vitan um vistskipanir á firðum, sum er ein fyritreyt fyri miðvísum arbeiði við náttúruvernd og økisnýtslu. Hetta hevur týdning fyri fyritøkur, sum hava sítt virksemi á sjónum, serliga aling og fiskivinnan, og sum ynskja at virka á burðardyggum grundarlagi. Málið við verkætlanini er at savna dátur og vísindaligar greinar, sum sett saman við ’Local Ecological Knowledge’ gevur eitt umfatandi yvirlit yvir broytingar á firðunum yvir tíð. Úrslitið fer at vísa, hvussu ymiskar mannaskaptar broytingar hava ávirkað føroyskar firðir. Nýggja vitanin fer at vera grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |