Year of grant:
2025

Research Area:
Náttúruvísindi & tøkni

Project type:
Verkætlan

Project title:
Kortlegging av Føroysku PMCV Smittusøguni

Project manager:
Maria Marjunardóttir Dahl

Institution/company:
Heilsufrøðiliga Stravsstovan

Other participants:
Debes Hammershaimb Christiansen, Petra Elisabeth Petersen, Esben Rimstad, Torstein Tengs

Project period:
01.09.2025 - 31.09.2028

Total budget:
Kr. 3.761.248

Grant from the FRC in DKK:
Kr. 1.250.000

Project description:
Í meira enn eitt áratíggju hevur alivinnan staðið fyri umleið helvtini av føroyska útflutningsvirðinum. Smittandi sjúkur eru tó ein støðug hóttan móti heilsuni hjá laksinum og ein av forðingunum fyri, at alivinnan kann vaksa. Piscine myocarditis virus (PMCV) er virusið handan sjúkuna hjartaklovningur (CMS), sum gevur álvarsamar skaðar í hjartað og viðførur ofta høgt felli í stórum laksi beint áðrenn slakt, og kann tískil vera sera kostnaðarmikið. Endamálið við verkætlanini er at greina PMCV epidemiologiskt fyri at kunna minkað um títtleikan av hjartaklovningi. Eisini vilja vit menna nýggjan kanningarhátt at finna virusið í umhvørvissýnum sum burðardygt alternativ til at taka lívið av fiskinum og harvið lýka krøvini til nýggju málini um djóravælferð.

Project status:
Fer í gongd



<< Back
Administration     Faroese