Year of grant: 2025 Research Area: Samfelagsvísindi Project type: Verkætlan Project title: Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd Project manager: Tróndur Møller Sandoy Institution/company: Fróðskaparsetur Føroya Other participants: Erika Anne Hayfield, Juanna Schrøter Joensen, Runa Preeti Ísfeld Project period: 01.08.2025 - 30.06.2028 Total budget: Kr. 2.550.118 Grant from the FRC in DKK: Kr. 950.000 Project description: Fráflyting, serliga av ungum fólki, er ein stór hóttan fyri smá oyggjasamfeløg og bygdarøki, tí hon kann hava avgerandi ávirkan bæði samfelagsliga, búskaparliga og demografiskt. Hóast hetta, er tað enn nógv vitan, sum tørvur er á fyri at skilja, hví hetta er so, og hvat kann gerast við tað. Í hesi verkætlan fara vit at kanna fráflyting á ein nýggjan hátt: Vit knýta dátur frá skráum frá tveimum ymiskum londum saman við eini umfatandi spurnarkanning og kvalitativum samrøðum. Hetta fer at gera tað møguligt hjá okkum at nágreina fráflytingar- og afturflytingaravgerðirnar og hvat, ið liggur til grundar fyri tær. Hetta er vitan, ið stórur tørvur er á í Føroyum, eins og í øðrum smáum samfeløgum og bygdarøkjum kring heimin. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |