Year of grant:
2025

Research Area:
Samfelagsvísindi

Project type:
Ph.d.-verkætlan

Project title:
At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans.

Project manager:
Ingi Heinesen Højsted

Institution/company:
Fróðskaparsetur Føroya

Other participants:
Tomas Højgaard, Eirini Geraniou, Ola Helenius

Project period:
01.08.2025 - 31.07.2028

Total budget:
Kr. 2.625.444

Grant from the FRC in DKK:
Kr. 1.700.000

Project description:
Verkætlanin hevur til endamál at styrkja um førleikar hjá føroyskum næmingum í hádeild fólkaskúlans til støddfrøðiliga modellering og nýtslu av talgildum amboðum. Umvegis Design Research verður innlit frá PISA kanningum umset til ítøkiligar undirvísingargongdir og Communities of Practice ástøði verður brúkt fyri at stuðla læraratillagingum. Ein kvasi-eksperimentell kanning fer at kanna ávirkanina av verksetanini við at greina pre- og post-kanningar, interview og eygleiðingar í skúlum og greining av PISA 2029 fyri at meta um langtíðar ávirkan. Verkætlanin tekur hond um ítøkiligar avbjóðingar í føroyska skúlaverkinum umframt at veita virðismikið innlit innan implementering granskingarøkið. Umsóknin er til fígging av einum Ph.d.-lesandi til at fremja granskingina, sum er lýst í verkætlanini.

Project status:
Fer í gongd



<< Back
Administration     Faroese