Year of grant:
2025

Research Area:
Hugvísindi

Project type:
Verkætlan

Project title:
Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum

Project manager:
Margretha Nónklett

Institution/company:
Tjóðsavnið

Other participants:
Malan Marnersdóttir, Firouz Gainii, Cecil Marie Scou Pallesen

Project period:
15.08.2025 - 15.04.2026

Total budget:
Kr. 504.412

Grant from the FRC in DKK:
Kr. 330.000

Project description:
Granskingarverkætlanin “Samanhald gevur styrki: Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum” hevur til endamáls at kortleggja og greina søguna hjá Kvinnufylkingini frá byrjan til enda, t.e. frá umleið 1975 til fyrst í 1980-árunum. Verkætlanin kannar, hvat eyðkendi rørsluna, á hvønn hátt rørslan útinti virki sítt og hvat hendi við henni aftaná tey fyrstu virknu árini. Eisini verður mett um, hvørja ávirkan rørslan fekk í samtíðini. Verkætlanin byggir á fjølbroytt keldutilfar, m.a. kvalitativar samrøður við kvinnur, ið hava verið virknar í rørsluni. Úrslitið av granskingini er ein granskingargrein og ein 8. mars serframsýning á Tjóðsavninum, har denturin verður lagdur á lívsskeiðið hjá Kvinnufylkingini.

Project status:
Virkin



<< Back
Administration     Faroese