Játtað í:
2024

Granskingarøki:
Arbeiðsmarknaðarkanningar

Verkætlanarslag:
Kanningarverkætlan

Verkætlanarheiti:
Títtleikin av tinnitus í Føroyum, og hvussu tinnitus kann ávirka arbeiðsførleikar

Játtanarnummar:
4026

Verkætlanarleiðari:
Jensia Brodersen

Stovnur/virki:
Hoyr

Verkætlanarskeið:
01.11.2024-30.04.2025

Samlaður kostnaður:
193.054 DKK

Stuðul úr Granskingargrunninum:
193.054 DKK

Verkætlanarlýsing:
Við hesi verkætlan fara vit at kanna, hvussu nógvir føroyingar hava tinnitus og hvussu hetta ávirkar teirra arbeiðslív. Við spurnakanning á netinum (Tinnitus-kanning) ætla vit at finna útav, á hvønn hátt tinnitus ávirkar arbeiðsdagin, arbeiðsorkuna og í síðsta enda arbeiðsmarknaðin. Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag.

Støða:
Virkin



<< Back
Administration     English