Year of grant: 2024 Research Area: Arbeiðsmarknaðarkanningar Project type: Kanningarverkætlan Project title: Títtleikin av tinnitus í Føroyum, og hvussu tinnitus kann ávirka arbeiðsførleikar Grant number: 4026 Project manager: Jensia Brodersen Institution/company: Hoyr Project period: 01.11.2024-30.04.2025 Total budget: 193.054 DKK Grant from the FRC in DKK: 193.054 DKK Project description: Við hesi verkætlan fara vit at kanna, hvussu nógvir føroyingar hava tinnitus og hvussu hetta ávirkar teirra arbeiðslív. Við spurnakanning á netinum (Tinnitus-kanning) ætla vit at finna útav, á hvønn hátt tinnitus ávirkar arbeiðsdagin, arbeiðsorkuna og í síðsta enda arbeiðsmarknaðin. Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |