Játtað í: 2023 Granskingarøki: Arbeiðsmarknaðarkanningar Verkætlanarslag: Kanningarverkætlan Verkætlanarheiti: Inntøkubýtið 2009-2021 Játtanarnummar: 4022 Verkætlanarleiðari: Jón Joensen Stovnur/virki: Samtak Verkætlanarskeið: 01.01.2024-20.06.2024 Samlaður kostnaður: 300.000 DKK Stuðul úr Granskingargrunninum: 300.000 DKK Verkætlanarlýsing: Endamálið við verkætlanini er at gera eina yvirskipaða lýsing av sosialhagtølunum sum eru tøk í almenna hagtalsgrunninum. Lýsingin fevnir um bæði býti av brutto-, nettoinntøku og skatti roknað uppá einstaklingar umframt býti í sosialum høpi roknað uppá húskir. Umframt lýsing av hagtølunum verða gjørdar yvirskipaðar greiningar av býtinum millum kyn, aldur og øki, umframt kombinatiónir av hesum. Verkætlanin verður framd, tí at mett verður at nevndu býti er ein so avgerandi táttur í hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum leggja til rættis, egna vegna fyrst og fremst, uttan atlit til heildina. Ein treyt fyri at kunna stýra uttanum snávingarsteinar, og at fremja ein vælvirkandi arbeiðsmarknað er, at veruliga støðan verður lýst og greina so støða kann takast á haldgóðum upplýstum grundarlagi. Støða: Virkin << Back |
Administration English |