Year of grant: 2022 Research Area: Arbeiðsmarknaðarkanningar Project type: Kanningarverkætlan Project title: Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn Grant number: 4020 Project manager: Fía Petersen Institution/company: Javni Other participants: Marjun Lutzen, Arnfríð Patel Project period: 01.01.2023-30.06.2023 Total budget: 148.000 DKK Grant from the FRC in DKK: 148.000 DKK Project description: Hóast vit seinastu árini hava fingið fyriskipanir, ið kunnu slóða fyri einum virknum arbeiðslívi hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, so er okkara varhugi, at verandi skipanir ikki lofta okkara málbólki í nóg stóran mun. Okkara hugs (hypotesa) er, at pláss er fyri betringum, soleiðis at fleiri høvdu kunna komið í starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Endamálið við eini møguligari kanning er tí at fáa til vega vitan, sum kann verða grundarlag fyri møguligum tillagingum av verandi skipanum, og/ella víðari gransking av økinum. Í kanningini vilja vit serliga hyggja eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk (2012), og hvussu fyriskipanir í lógini virka í praksis í mun til okkara málbólk. Vit vilja taka støði í málbólkinum, sum hevur gjøgnumført serliga skipaðu miðnámsútbúgvingina (serbreyt), sum er eitt miðnámsskúlatilboð fyri tey, ið ikki megna at taka eina miðnámsútbúgving eftir vanligum treytum. Verkevnið væntast at hava áhuga, bæði út frá einum samfelagsligum og frá einum sosialum sjónarhorni. Samfelagsliga, tí vit hava tørv á so nógvum virknum hándum á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt, og sosialt, tí tað at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan menningartarn. Eitt størri innlit í økið hevði gagna á tann hátt, at tað kundi slóða fyri størri rúmligheit á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Project status: Virkin << Back |
Administration Faroese |