Year of grant: 2002 Research Area: Samfelag Project type: Verkætlan Project title: Changing Gender Relations: Faroese Women in new roles, entering the public sphere. Føroyski parturin av norðurlendsku verkætlanini “Women leave, men remain”. Grant number: 0501 Project manager: Beinta í Jákupsstovu Institution/company: Høgskolen i Molde, Fróðskaparsetur Føroya, Hagstova Føroya Other participants: Cand.scient.pol. Randi Frederiksberg Gilli Wardum Cand.phil. Bjørg Jacobsen PhD. Stud. Hanna í Horni Project period: Original: 1.3.2002 - 1.12.2004 Final: 1.2.2003 - 31.1.2006 Total budget: 595.120 Grant from the FRC in DKK: 364.080 kr. Project description: Hetta er føroyski parturin í tí norðurlendsku verkætlanini “Women leave, men remain…Issues of Gender, Welfare and Labour Markets in the Nordic Periphery”, sum Velferdsforskningsprogrammet hjá Nordisk ministgerråd hevur latið 3.500.000 Nkr til. Anna-Karin Berglund á FORUT Finmark í Alta er prosjektleiðari. Sum prosjektlýsingin vísir, er talan um 1) at byggja ein datubasu, sum kann nýtast til at samanbera samfelagsgongdina í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, Norðurnoregi, Norðursvøríki og Norðurfinlandi. Og 2)at gera eina antologi við úrslitum fra kanningum innan ymisk øki: Svøríki skal lata tríggjar kanningar, Noreg fýra, Finnland eina, Ísland eina og Føroyar eina Case 5 í verkætlanini: Changing Gender Relations: Faroese women in new roles, entering the public sphere er ætlað at vera ein samanbering av kommum, har tað eru menn, sum stýra, og kommunum, har eisini kvinnur luttaka í kommunupolitikki. Í 2002 verður kynsbýti í politisku luttøkuni í kommununum skrásett (uppstilling og valúrslit 1992 – 1996 – 2000 í øllum kommununum). Hagstova Føroya ger programmvøru, sum er nærum liðug, og skal tøppast og analyserast. Tá hetta arbeiðið er liðugt, fara vit at velja kommunur til næsta analysustig. Eitt notat er í gerð um hvat ið finst og ikki finst av hagtølum til at lýsa føroysk samfelagsviðurskifti. Eitt spurnablað skal gerast til innsavningararbeiðið’ í 2003. Vit skulu eisini fyrireika norðurlendska granskingarstevnu um fólkateljingar sum amboð til at fáa hagtøl til vælferðargransking (sí fylgiskjal 3). Í 2003 er ætlanin at gera “mini-fólkateljingar” í úrvaldum kommunum. Enn er ikki endaliga fastlagt, hvørjir spurningar skulu setast hvørjum húski. Vit skulu savna upplýsingar um hvussu húskini eru samansett, um útbúgvingarstøði og arbeiðsstøðuna há kvinnum og monnum í ymiskum aldursbólkum, og um brúk av almennum tænastum. Kanska høvi eisini kann nýtast til at spyrja, hvat fólk í kommununi halda og meina um ymiskt, t.d. um alment vs privat virksemi. Annars eru upplýsingar til á kommunustigi, sum kunnu nýtasti í lýsingum av virksemi í teimum úrvaldu kommmunum (sí kommunuálitið; A-tal-skráin hjá Hagdeildini er næstan klár: osfr). Í 2004 skulu úrslitini analyserast, og granskingararbeiðið skal almannakunngerast í grein(um). Project status: Liðug << Back |
Administration Faroese |