Játtað í: 2003 Granskingarøki: Samfelag Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Verkætlan at gera hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan Játtanarnummar: 0503 Verkætlanarleiðari: Heini Hátun Stovnur/virki: Hagstova Føroya, Granskingarráðið Verkætlanarskeið: 2003-2007 Stuðul úr Granskingargrunninum: 1.378.792 kr. Verkætlanarlýsing: Fagliga tilgongdin Hagtøl um Gransking og Menning (G&M) og Nýskapan eru ment av Granskingarráðnum í samstarvi við Hagstovuna. Endamálið við hagtølunum er at veita Granskingarráðnum og samfelagnum sum heild neyðuga faktuella vitan og skjalprógv um støðuna hjá G&M í føroyska samfelagnum og soleiðis veita eitt betri grundarlag til politisku skipanina at nýta í sínum arbeiði at orða ein politikk á økinum. Hagtølini eru grundarsteinar í breiða OECD og ES hagtalshøpinum "Vísindi, Tøkni og Nýskapan". Fyri at støðan í Føroyum skal kunna sammetast við útlond, varð innsavningin av upplýsingum um G&M og nýskapan gjørd eftir fyriskipanum, ið eru mentar av OECD og ES. Nýskapanarhagtølini eru beinleiðis grundað á fjórðu felags evropeisku nýskapanarkanningina (Community Innovation Survey - CIS4), ið verður samskipað av Eurostat. Øll londini brúka sama grundspurnaskjalið í hesari kanning. Politikkanalysan varð gjørd í sambandi við norðurlendsku verkætlanina "Interact" um nýskapanarpolitikk, sum eisini henda verkætlan var partur av. Grundarlagið undir Interact verkætlanini er ein størri verkætlan undir ES rammuskránni, kallað PUBLIN (Public Sector Innovation). Les meir her Støða: Liðug << Back |
Administration English |