Year of grant: 2003 Research Area: Samfelag Project type: Verkætlan Project title: Verkætlan at gera hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan Grant number: 0503 Project manager: Heini Hátun Institution/company: Hagstova Føroya, Granskingarráðið Project period: 2003-2007 Grant from the FRC in DKK: 1.378.792 kr. Project description: Fagliga tilgongdin Hagtøl um Gransking og Menning (G&M) og Nýskapan eru ment av Granskingarráðnum í samstarvi við Hagstovuna. Endamálið við hagtølunum er at veita Granskingarráðnum og samfelagnum sum heild neyðuga faktuella vitan og skjalprógv um støðuna hjá G&M í føroyska samfelagnum og soleiðis veita eitt betri grundarlag til politisku skipanina at nýta í sínum arbeiði at orða ein politikk á økinum. Hagtølini eru grundarsteinar í breiða OECD og ES hagtalshøpinum "Vísindi, Tøkni og Nýskapan". Fyri at støðan í Føroyum skal kunna sammetast við útlond, varð innsavningin av upplýsingum um G&M og nýskapan gjørd eftir fyriskipanum, ið eru mentar av OECD og ES. Nýskapanarhagtølini eru beinleiðis grundað á fjórðu felags evropeisku nýskapanarkanningina (Community Innovation Survey - CIS4), ið verður samskipað av Eurostat. Øll londini brúka sama grundspurnaskjalið í hesari kanning. Politikkanalysan varð gjørd í sambandi við norðurlendsku verkætlanina "Interact" um nýskapanarpolitikk, sum eisini henda verkætlan var partur av. Grundarlagið undir Interact verkætlanini er ein størri verkætlan undir ES rammuskránni, kallað PUBLIN (Public Sector Innovation). Les meir her Project status: Liðug << Back |
Administration Faroese |