Játtað í: 2022 Granskingarøki: Náttúra og tilfeingi Verkætlanarslag: Verkætlan Verkætlanarheiti: Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði Játtanarnummar: 0469 Verkætlanarleiðari: Sunnvør í Kongsstovu Stovnur/virki: Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya Aðrir luttakarar: Svein-Ole Mikalsen, Petur Steingrund, Dorte Bekkevold, Mark Blaxter, Torhild Johansen Verkætlanarskeið: Planned: 01.09.2022 - 30.08.2025 Actual: 01.05.2023 - 31.12.2025 Samlaður kostnaður: kr. 6.056.144 Stuðul úr Granskingargrunninum: kr. 1.030.072 Verkætlanarlýsing: Fleiri tjóðir í Norðuratlantshavi eru bundnar at havinum og fiskiskapi, hetta er eisini galdandi fyri Føroyar. Nógv fiskasløg og stovnar eru undir høgum veiðitrýsti, og um hetta heldur á í langa tíð, verður stovnurin ovfiskaður og klárar ikki at koma fyri seg aftur. Tað eru fleiri dømi um fiskastovnar, ið eru ovfiskaðir, bæði í Atlantshavinum og restini av verðini. Hetta kann koma fyri, tí lítil ella ongin vitan er um stovnsbygnað hjá tí einstaka fiskaslagi, og tí verður ein stovnur ovfiskaður. Tí er vitan um stovnsbygnað umráðandi, tá burðardyggur fiskiskapur skal skipast. Nebbasild (Ammodytes marinus) og gulllaksur (Argentina silus) eru fiskasløg, ið vera fiskað í Føroyum, har lítil vitan er um stovnsbygnað. Teir ymisku stovnarnar eru eisini ein partur av arvafrøðiliga margfeldinum hjá einum fiskaslagi. Arvafrøðiligt margfeldi er umráðandi, so djórasløg kunna mennast í samsvari við umhvørvinum. Serliga í hesum tíðum, tá umhvørvisbroytingar eru umfatandi og skjótar. Endamálið við hesi verkætlan er fyrst og fremst at kortleggja arvastreingirnar hjá hesum báðum fiskasløgunum. Síðani fara vit at kanna stovnsbygnaðin hjá hesum fiskasløgum í Norðuratlantshavinum. Hendan vitan er umráðandi at hava við í stovnsumsiting, soleiðis at hesi fiskasløg kunnu vera fiskað burðardygt. Eitt triðja endamál er at kanna samanspæl ímillum ílegurnar, lívfrøðina og vistfrøðina hjá hesum báðum fiskasløgum. Hendan verkætlan er fyrsti liður í at kortleggja arvastreingir frá føroyskari vistfrøði. Støða: Virkin Avrik: See PURE << Back |
Administration English |