Year of grant:
2022

Research Area:
Náttúra og tilfeingi

Project type:
Ph.d. verkætlan

Project title:
Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir

Grant number:
0467

Project manager:
Torstein D. H. Balle

Institution/company:
Náttúruvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya

Other participants:
Hans-Georg Beyer, Qin Xin

Project period:
Planned: 01.08.2022-31.07.2025
Actual: 01.08.2022-20.11.2025

Total budget:
kr. 2.442.104

Grant from the FRC in DKK:
kr. 861.005

Project description:
Original
Í Føroyum brúka flestu hitaskipanir í bygningum olju til upphiting. Tó ætla flestu nýggju byggiverkætlanir at brúka el-drivnar hitapumpur, ið gagnnýta umhvørvishitan úr luft, jørð og sjógvi. Hóast tað er ein áhaldandi vøkstur av hitapumpum sum verða installeraðar í almennum og privatum bygningum, so er ein tørvur á nøkrum leiðreglum fyri privatum installatørum til at velja ta bestu uppsetanina og besta raksturin fyri skipanina. Uppsetanin av væl virkandi skipanum, skal vera til gagns fyri systemoperatørum og vera lætt at integrera í orkuveitingarskipanina í Føroyum. Til hetta endamálið mugu møguleikar fyri eyka goymslukapasiteti og nýtsla av optimiseraðari skipanarstýring (system control) metast um, við málinum um at á bestan hátt nýta burðardygga orkuframleiðslu og harvið fáa ein minkaðan og forsøgnan(predictable) tørv á orku, í tíðum tá lítið av burðardyggari orku verður framleitt. Úrslitið av verkætlanini skal m.a. hava við sær eitt tól at eyðmerkja ta optimalu støddina og stýringina av skipanini, við eyga fyri hvussu skipanin verður best sett upp undir føroyskum umstøðum.

Final
Verkætlanin kannaði, hvussu varandi orka, serliga vindorka, kann verða nýtt til upphiting av sethúsum í Føroyum. Granskingin vísti á eitt gott samsvar millum vindorkuframleiðslu og tørvin á upphiting, og fevndi eisini um orkuloysnir við goymslu, vindorkuforsøgnum og sjálvbjargnar vind-til-hita-skipanir. Hitagoymsla varð mett sum skilabesta loysnin, meðan ein samanseting av vindorku og sólorku vísti góðar møguleikar at økja um burðardygdina og sjálvbjargni.

Ph.d.-verkætlanin steðgaði, áðrenn hon varð liðug, vegna trupulleikar við vegleiðing og aðrar umstøður. Hóast hetta gav verkætlanin spennandi úrslit til fleiri granskingararbeiðir og menti sterkar førleikar innan greining og modellering av orkuskipanum, optimering og nýtslu av gransking í verki.

Project status:
Steðgað

Project output:
Scientific articles, books, thesis etc.
Load shifting to increase the match of consumption and renewable generation through added thermal storage, analysed for the case of domestic heating on the Faroe Islands.
Balle, T. & Beyer, H.-G., 24 May 2023. 8 p.

Other results, such as unpublished articles, patents, computer systems, original models and new procedures
Design of small energy community for residential heating in the Faroe Islands. Balle, T. & Beyer, H.-G.
Unpublished

Publications outside the scientific community, i.e. lectures, periodicals, articles in newspapers, television and radio
Framløga á Vísindavøku 2024, við heitinum ‘Ávirkan av vindorkuforsøgnum á hitagoymsluskipanir í Føroyum’.

Storage and access rights to collected data
Data kann umbiðast við at venda sær til Torstein Balle



<< Back
Administration     Faroese